Andstøðusamgongan størsti flokkur í Ísrael

Leiðarin í Andstøðusamgonguni í Ísrael, Benne Gantz, sigur tey hava vunnið valið í Ísrael. Men Likud kann ikki avskrivast enn.

Mið-vinstra-samgongan, tey Bláu og Hvítu, fær 37 umboð og Likud 36, vísa fyrstu kanningar á valstøðum, sum sjónvarpsstøðin Kan 11 hevur gjørt.

Ein onnur kanning hjá stjónvarpsstøðini Kanal 12 gevur Bláum og Hvítum fýra sessir fleiri enn Likud. 120 pláss eru í tjóðartinginum.

Mátingarnar á valstøðunum benda tó á, at tað er sera javnt millum báðar veingirnar í ísraelskum politikki.

##med2##

Gants, sum er fyrrverandi hernaðarleiðari í Ísrael og leiðari í samgonguni, hevur verið skjótur úti og lýst seg sjálvan sum vinnara av valinum, sigur ein talsmaður fyri samgonguna, skrivar Reuters.

Tað sama hevur Netanyahu gjørt.

Valserfrøðingar gita enn, at Benjamin Netanyahu fer at megna at skipa næstu stjónina í samgongu við smáar høgraflokkar.

##med3##

Benny Gantz kann við flestu tingsessum byrja samráðingar um at skipa stjórn.

Skuldi tað eydnast Netanyahu at skipa nýggja stjón, verður hann forsætisráðharri fyri fimtu ferð.

Tað er vanligt við samgongustjórnum í Ísrael. Tí verða helst nógvar samráðingar næstu dagarnar millum allar flokkar.

Tað verður boðað frá lágari valluttøku millum ísraelsk-palestinensisku veljararnar. Tey eru 17 prosent av fólkinum.

Í arabiska-palestinensiska umhvørvinum hava verið áheitanir um at boykotta valið. Millum annað sum svar upp á grundlógarbroytingina í fjør. Hon staðfesti, at staturin Ísrael er jødiskur. Hann útihýsir øðrum minnilutum.

Ísraelska valnevndin hevur í dag meldað Likud til løgregluna, skrivar blaðið Haaretz.

Likud hevur í dag sent 1200 limir út við kropsmyndatólum at prógva atkvøðugreiðslur av valstøðum við nógvum arabarum. Tað hevur eftir øllum at dømið verið ólógligt og sært palestinensiskar veljarar.

Netanyahu hevur undir valstríðnum tosað um tryggleika, og hann hevur ávarað ímóti tí ójavnvág, sum verður, um »vinstravongurin« – tey Bláu og Hvítu – koma til valdið.

 

/ritzau/