Andstøðan vil hava el-bussar til Bussleiðina í Havn

– Sum landsins størsta kommuna, kann Tórshavnar kommuna veruliga hava eina ávirkan á útlátið í landinum. Stórir batar kunnu gerast innan ferðsluøkið m.a. við at leggja bussleiðina um til el, at betra um umstøðurnar hjá fólki at ganga og súkkla og at støðugt skifta gamlar oljubilar út við elbilar.

Í vár varð jarðhiti lagdur í Ráðhúsið í Havn, sum ikki longur nýtir olju til upphiting. Stendur tað til andstøðuna skulu allir býbussarnir vera el-bussar og kommunalu bilarnir skiftast um við el-bilar. Tað skal síggjast aftur í næstu fíggjarætlan hjá kommununi, siga tey

Tað skriva umboðini fyri Tjóðveldi, Fólkaflokkin og Framsókn í Tórshavnar býráð í skrivi, tey hava sent fjølmiðlunum í kvøld.

Tey vísa á, at áleið 130 kommunalir bygningar hjá Tórshavnar kommuna enn hava oljufýr og siga, tað er eingin ivi í, at tað hevði flutt nógv at lagt hesar um til varandi orku ella fjarhita, umframt at sett fleiri sólorkupanel upp, minka um burturkastnøgdirnar v.m.

Eisini vísir minnilutin á, at býráðið í 2016 samtykti at CO2 útlátið hjá Tórshavnar kommunu skuldi minkað 50 prosent til 2025, og at hetta varð mett at kosa 13,5 milliónir krónur um árið ella tilsamans 135 milliónir krónur.

Tey viðganga tó, at ikki hevur gingist eftir ætlan, og at tað tí er neyðugt at játta fleiri pengar til endamálið og krevja, at tað fer at síggjast aftur á komandi fíggjarætlan hjá Tórshavnar kommunu.

Lesarabrævið frá minnilutanu í Tórshavnar kommunu kann lesast her