Ísraelski andstøðuleiðarin, Yair Lapid, heitir nú á forsætisráðharra landsins, Benjamin Netanyahu, um at leggja frá sær.
Andstøðuleiðarin sigur, at ein meiriluti í ísraelska tjóðartinginum Knesset hevði stuðlað einum leiðaraskifti í landsins leiðslu.
Yair Lapid heldur tó, at Likud-flokkurin hjá Netanyahu tó framvegis skal hava forsætisráðharran.
Benjamin Netanyahu hevur verið fyri hørðum atfinningum, eftir at landsins fregnartænasta ikki megnaði at byrgja uppfyri Hamas-álopinum á Ísrael hin 7. oktober.
- Tíðin er komin. Okkum tørvar eina tjóðarbyggjandi stjórn, og Likud skal leiða hesa. Onkur kemur ístaðin fyri Netanyahu og tey víðgongdu.
Yair Lapid sigur á sosialum miðlum, at fleiri enn 90 tjóðartingslimir vilja verða í samgonguni til endurbygging og sáttargerð.
- Andstøðuleiðarin stóð á odda fyri Yesh Atid-flokkinum og var ísraelskur forsætisráðharri í eitt hálvt ár í 2022, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.