Tað sá leingi út til, at Litava skuldi megna at røkka málleysum javnleiki ímóti varaheimsmeistaranum. Teir høvdu lítla yvirvág í spælinum, men tað nyttaði lítið, tá ið ein tann elsti á franska liðnum tók søkina í egnar hendur. 28 ára gamli Nicolas Anelka rann frá fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann bankaði bóltin í málið
Við sigrinum er Frakland eftir fimm dystir saman við Skotlandi fremst í okkara EM-bólki, meðan Litava við fýra dystum framvegis er á 5. plássi.