Søgurnar hava gingið í langa tíð, men nú er tað so endaliga komið upp á pláss. 28 ára gamli Nicolas Anelka hevur skrivað undir ein fýra og eitt hálvt ára langan sáttmála við Chelsea.
Nicolas Anelka, sum áður hevur umboðað PSG, Arsenal, Real Madrid, Liverpool, Manchester City, Fenerbahce og nú eisini Bolton, er tøkur hjá Chelsea longu sunnudagin til grannabrakið móti Tottenham.
Líkt er eisini til, at Anelka kann fáa spælitíð beinanvegin, tí bæði Drogba og Kalou luttaka í African Nations Cup, samstundis sum Shevchenko er skaddur.