John Johannessen
Á vikuliga tíðindafundinum í danska forsætisráðnum í gjár boðaði Poul Nyrup Rasmussen frá, at hann í morgin fer at senda løgmanni svar upp á brævið, løgmaður herfyri sendi sær um føroysku støðuna til faktuella fíggjarliga grundarlagið undir víðari ríkisrættarligu samráðingunum.
Á fyrsta samráðingarfundinum, ið varð hildin 17. mars, gjørdust partarnir samdir um, at teir skuldu royna at fáa avklárað eitt felags faktuelt fíggjarliga grundarlag fyri víðari samráðingunum. Partarnir høvdu nevniliga hvør sítt faktuella grundarlag á fyrsta samráðingarfundinum. Tað hjá landsstýrinum bygdi á búskaparpartin av Hvítubók, meðan danska fíggjarmálaráðið hevði gjørt nakrar útrokningar, ið sýndu, hvat føroyingar kosta dønum. Í hesum roknistykki var eisini gjørt upp, hvat føroyingar búsitandi í Danmark kosta danska statinum.
Síðani hesa avtalu, hava føroyingar og danir hvør í sínum lagi arbeitt við at finna hetta felags faktuella grundarlag, og 13. apríl sendi løgmaður danska forsætisráðharranum bræv, har hann vísir á, at tvey tey fyrstu av teimum fýra punktunum í uppstillingini hjá danska fíggjarmálaráðharranum kunnu sammetast við útrokningarnar í Hvítubók, meðan løgmaður tekur frástøðu frá hinum báðum punktunum.
Tey bæði punktini í danska roknistykkinum, løgmaður sigur seg kunna taka undir við, eru útreiðslurnar av blokkstuðulinum til Føroya og útreiðslur hjá statsligum myndugleikum í Føroyum. Men løgmaður tekur als ikki undir við útrokningunum um útreiðslur av donskum pensjónum til Føroya, og heldur ikki tekur hann undir við útrokningunum um útreiðslur av føroyingum í Danmark.
Løgmaður ger vart við, at hann tilskilar sær rætt at leggja onnur tøl á borðið undir víðari samráðingunum og vísir á, at hann væntar svar frá Nyrup, um hann ikki tekur undir við sjónarmiðum í brævi landsstýrisins. Hetta svar fær Anfinn Kallsberg í dag.