Anfinn í Toft byrjaður sum tekniskur leiðari

Aksel Højgaard, sum í mong ár hevur verið tekniskur leiðari, nú fer at røkja aðrar uppgávur á teknisku deild í kommununi.

Fyrr í summar samtykti býráðið í Nes kommunu at seta Anfinn í Toft, byggifrøðing, sum nýggjan tekniskan leiðara í kommununi.

 

- Í morgun var fyrsti arbeiðsdagur hjá honum, og á lítlari samkomu í morgun bjóðaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Anfinni hjartaliga vælkomnum.

 

Tað vita tey í Nes kommunu at siga í dag.

 

Lagt verður aftrar, at Aksel  Højgaard, sum í mong ár hevur verið tekniskur leiðari, nú fer at røkja aðrar uppgávur á teknisku deild, eitt nú við skráseting av vatn – og kloakkleiðingum.

 

Borgastjórin takkaði eisini Aksel Højgaard fyri gott samstarv og ynskti honum bestu eydnu við nýggju avbjóðingunum.