Anfinn Kallsberg skilir púra onki av ábreiðslunum, sum eru heglaðar niður yvir hann hesar seinastu dagarnar.
Nú Fìggjarlógin varð samtykt er Anfinn Kallsberg skuldsettur fyri at hava lumpað Løgtingi til at samtykkja, at Landsverk skal yvirtaka tað, sum undirsjóvartunlarnir kosta at reka. Tað eru góðar fimm milliónir um árið.
Sum tað sást í Sosialinum nú um dagarnar, eru tað eru mest javnaðarmenn, sum hava verið atfinningarsamir.
Men eisini Lisbeth Petersen úr sambandsflokkinum, er rættiliga ónøgd við framferðina hjá Kallsberg.
Alt hevur verið opið
Men øllum hesum skilir Anfinn Kallsberg sjálvur púra onki av.
- Alt er farið fram so opið, sum tað kann vera og tí eigur hetta ikki at koma óvart á nakran, sigur hann.
Hann vísir á, at tað hevur leingi verið tosað um at leggja báðar undirsjóvartunlarnar í eitt og sama felag fyri at spara rakstur.
Hinvegin hava tunnilsfeløgini nýliga søkt eftir tekniskum leiðara til at standa fyri at halda tunlarnar. Samstundis hava vit ein annan tekniskan stovn, Landsverk, sum heldur allar hinar tunlarnar.
- Vit halda at tað er bíligari at lata ein og sama stovn umsita allar tunlarnar. Samstundis er greitt, at tá ið tunlarnir eru goldnir, skulu teir fella til landið og tá skal Landsverk undir øllum umstøðum hava ábyrgdina av teimum.
Anfinn Kallsberg sigur, at tað, sum fíggjarnevndin nú hevur gjørt, er ein partur í teirri tilgongdini, tó at tað er framskundað nakað.
Og atfinningunum skilir hann púra onki av.
Hann sigur, at tað eru hann og skrivarin í fíggjarnevndini, sum hava skrivað álitið.
- Hetta umstrídda málið stóð í álitinum, sum varð sent øllum limum í fíggjarnevndini minst 10 dagar áðrenn tað varð lagt fyri Løgtingið.
Tað er eisini viðgjørt í fíggjarnevndini, staðfestir hann.
- Hetta stóð eisini í álitinum, sum landsstýrið fekk frammanundan og málið er somuleiðis umrøtt á fundi ímillum fíggjarnevndina og Landsstýrið, áðrenn tað varð lagt fyri Løgtingið.
Anfinn Kallsberg sigur, at Løgmaður visti í øllum førum um hetta og at tað er rætt sum hann sigur, at hann ávaraði ímóti hesum á tí sama fundinum, tí hann spáddi, at tað fór at elva til trupulleikar.
- Tí er tað løgið, at Vilhelm Johannesen onki skuldi vita. Og hvat aðrir javnaðarmenn vistu, er ein spurningur um, hvussu væl Vilhelm Johannesen kunnar sítt bakland. Men tað er ikki mín trupulleiki, sigur Anfinn Kallsberg.
Ongin kravdi tað strikað
Nú sigur eisini Lisbeth Petersen, at hon visti heldur onki, fyrrenn hon sá tað á prenti?
- Tað er trúligt. Men tað eru eg og skrivarin í fíggjarnevndini, sum hava hildið skil á einstøku játtununum. Men Lisbeth Petersen visti í ællum førum av hesum minst 10 dagar áðrenn tað varð lagt fyri Løgtingið. Men hvørki Javnaðarflokkurin ella sambandsflokkurin hava kravt játtanina strikaða, hóast báðir flokkar hava havt ríkiligt av tí til at gera vart við seg, sigur formaðurin í fíggjarnevndini.
Hann sigur, at tað var ikki fyrrenn málið varð lagt fyri Løgtingið, foru tinglimir at ressast.
- Men fyri at lýsa málið út í æsir, brúkti eg tað mesta av míni talutíð at greiða frá samanhanginum, sigur hann.
- Tað eru fáar játtanir á fíggjarlógini, sum eru so væl lýstar, sum hendan, leggur hann afturat.
Harafturat sluppu Løgtingslimir at atkvøða fyri hvørja játtan sær.
- Akkurát hesari játtanini atkvøddu 28 løgtingslimir av 32 fyri, hóast tað ikki var ein samd nevnd, sum kom við hesum tilmmælinum. Og so stóra undirtøku í Løgtinginum vóru tað ikki nógvar játtanir, sum fingu, uttan har fíggjarnevndin var samd frammaundan, sigur Anfinn Kallsberg.
Onki óvanligt
Hann skilir heldur ikki petti av, at hann skal vera skuldsettur fyri at hava gjørt ein rossahandil fyri at fáa undirtøku fyri málinum um at leggja rakstrarútreiðslurnar hjá undirsjóvartunlunum undir Landsverk.
- Eg kenni ikki til annað enn at tinglimir tosað saman, beint áðrenn fíggjarnevndin verður endaliga samtykt, tí tað eru altíð mál, sum hanga í leysari luft og sum vilji er til at fremja. Tað, sum hendi í ár, var onki undantak og púra vanligt, sigur formaðurin í fíggjarnevndini. Les eisini fleiri aðrar greinar um sama mál í Internetsosialinum í dag