Angrar hann ikki spældi við United

Eiður Smári Guðjohnsen hevði tvær ferðir møguleikan at spæla við Manchester United

37 ára gamli Eiður Smári Guðjohnsen hevur upplivað nógv, og hevur vunnið nógv, sum fótbóltsspælari, og nú skal hann við íslendska fótbóltslandsliðnum til EM-endaspælið í Fraklandi komandi summmar. 

 

Sum yrkisspælari hevur Eiður Smári Guðjohnsen spælt bæði í Onglandi, Fraklandi, Spania, Belgia, Grikkalandi, Niðurlondum, og nú í Kina. Eiður Smári Guðjohnsen hevur vunnið meistaraheitið í bæði Onglandi við Chelsea, í Spania við FC Barcelona, og í Niðurlondum við PSV Eindhooven. Hann hevur eisini vunnið Champions League kappingina við FC Barcelona.

 

Men tað er eitt, sum Eiður Smári Guðjohnsen angrar nú yrkisleiðin hjá honum, sum fótbóltsspælari fer at halla, og tað er, at hann ongantíð spældi við Manchester United. 

 

Í samrøðu við íslendska ríkissjónvarpið um jólini avdúkaði Eiður Smári Guðjohnsen, at tvær ferðir hevði hann møguleikan at fara til Manchester United, men hvørgu ferðina bleiv tað til nakað: - Tað ergrar meg ikki at hava spælt fyri Manchester United, ella at hava spælt undir Sir Alex Ferguson, sum venjara. staðfesti Eiður Smári Guðjohnsen í samrøðuni við RÚV. 

 

Eiður Smári Guðjohnsen spældi 211 dystir í Premier League, og skoraði 55 mál í hesum dystunum. Fýra av hesum málunum vóru ímóti Manchester United.