Angrar reyða kortið

Sum vit skrivaðu í blaðnum í gjár, so fekk Ovi Nysted hjá KÍ reyða kortið frá dómaranum, eftir at dysturin móti HB var blástur av. Orsøkin til hetta var, at klaksvíkingar beint undan hesum kendu seg snýttar fyri eitt brotsspark, og vóru tað mótmælini av hesum, sum kostaðu reyða kortið.
Aðra staðni hevur verið ført fram, at dómarin eftirfylgjandi strikaði reyða kortið, men hetta er tó ikki heilt rætt sambært Dagfinn Olsen, ið dømdi dystin sunnudagin.
- Eg gav sjálvandi eitt reytt kort, og hetta stendur sum so við. So er spurningurin, um kortið kastar leikbann av sær. Tað er ein spurningur, sum Kappingarnevndin tekur avgerð um, og fyri mín part kann eg bara siga, at eg í míni frágreiðin havi greitt frá, hvat hendi. Og uttan at fara í smálutir, so kann eg kanska siga, at frágreiðingin hesa ferð kanska er nakað øðrvísi, enn hon plagar at vera, tá reytt kort er givið, sigur Dagfinn Olsen.