Einaferð var hon heimsins besti hondbóltsspælari. Men nú skal danska Anja Andersen hjálpa norska landsliðnum. Í fótbólti!! Bæði NRK í Noregi og danskir miðlar skriva, at Anja Andersen skal hjálpa norska fótbóltssambandinum at venja málmenn.
Hon kom annars í samband við norska fótbóltssambandið eftir at norska sjónvarpið, NRK bjóðaði henni at vera við í eini sjónvarpssending ið nevndist ?Nummar 1?, har endamálið er at finna framtíðar málmannin á norska fótbóltslandsliðnum.
Og danska hondbóltslegendan tók norðmenn fullkomiliga bóli, tí hon kom við kollveltandi hugskotum um venjingarhættir, tey aldrin høvdu hugsað um áður.
Norðmenn blivu so hugtiknir av hennara arbeiðshátti og hugsunnarhátti, at tey gjørdu av at halda fram við samstarvinum.
- Eg hyggi eftir, hvussu málmenninir menna seg um um teir hava teir eginleikar, ið krevjast.
Eitt, hon hyggur eftir, er, hvussu teir tað ávirkar teir at tapa og um teir mennast ella vikna av tí.
Á myndini stendur Anja Andeersen í máli