Ann-Mari formaður í ovastevnunevndini

Nevndin, sum var vald í gjárkvøldið, skipaði seg eftir aðalfundin við Ann-Mari av Skarði sum formanni.

Nevndin, sum var vald í gjárkvøldið, skipaði seg eftir aðalfundin við Ann-Mari av Skarði sum formanni.

 

Nýggja nevndin tosaði á fundinum um leyst og fast í sambandi við ovastevnuna, og semja var um, at tey fyrst máttu taka ein fund við Strandferðsluna og Tórshavnar kommunu.

 

Nevndin skipaði seg eisini við Ann-Mari av Skarði sum formanni, Jan Hansen sum næstformanni og Leif Hansen sum skrivara.

 

Enn er ikki støða tikin til, hvussu verður við peningarøkli, tí eingin tóktist vera áhugaður í teirri uppgávuni.

 

- Møguliga finna vit ein peningarøkil uttan fyri sjálva nevndina, siga tey.

 

Tey meta seg annars hava góða tíð at skipa fyri komandi ovastevnu, men kunnu longu nú siga, at hegnið, sum hevur markað stevnuøkið inni, ikki verður á stevnuni komandi.