info
Ongi úrslit

Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús vart ph.d. við Durham University

Dagfinn Olsen
14. sepember 2021 kl. 18:53

Mánadagin hin 1. mars 2021 vardi Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús sína ph.d.-ritgerð við Durham University.

Heitið á ritgerðini er Burials and Landscapes during the Viking Age og snýr seg um gravir og landsløg í Føroyum í víkingatíð. Sí samandrátt á gransking.fo.  

Vegna Covid-19 støðuna var verjan á netinum. Próvdómarar vóru Sarah Semple, professari og deildarleiðari við Durham University (innanhýsis), og Neil Price, professari í fornfrøði við Uppsala Universitet (uttanhýsis). Verjan gekk væl og vardi umleið tveir tímar. Skoðsmálini vóru góð, og verjan varð staðin við teirri treyt, at smáar rættingar skuldu gerast. Endaliga útgávan av ritgerðini varð formliga góðkend í august 2021.

Í síni granskingartíð hevur Ann Sølvia verið innskrivað fyrst við University of Aberdeen og harnæst við Durham University, Department of Archaeology. Fyrsti vegleiðari hjá Ann Sølviu hevur verið Karen Milek, Dr. og lektari við Durham University, og annar vegleiðari hevur verið Mike Church, professari við Durham University. Uttanhýsis vegleiðari hevur verið Símun V. Arge, sáli, fornfrøðingur, ráðgevi og granskari á Tjóðsavninum.

Verkætlanin er høvuðsfíggjað av Granskingarráðnum, Fugloyar Kommunu og Hvannasunds Kommunu.

Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús er nú í starvi sum fornfrøðingur á Tjóðsavninum. Ætlanin er, at ph.d.-ritgerðin verður útgivin. Hava fólk spurningar, eru tey vælkomin at seta seg í samband við Ann Sølviu á teldupostadressu [email protected]

Kelda: www.gransking.fo 

Mynd: Tjóðsavnið

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

Í gjár kl. 20:06

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

9 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

12 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

Í gjár kl. 18:54

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

16 tímar síðan

Vestergaard: Kósin er sett – Suðuroyggin skal hava fast samband

11 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Tvey føroyingalið leiktu javnt 0-0 í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

2 minuttir síðan
Tíðindi

Nanortalik atkvøður um at gerast sjálvstøðug kommuna aftur

18 minuttir síðan
Tíðindi

Ukraina fremur álop víða um í Russlandi

25 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: SV Ried megnaði javnleik móti Red Bull Salzburg

32 minuttir síðan
Hondbóltur

Maria vann á sínum gomlu liðfeløgum

1 tími síðan
Tíðindi

Snyrilsmálið noyðir Danmark at hyggja at sær sjálvum í speglinum

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Adrian og liðfelagarnir taptu í Parkini

1 tími síðan
Hondbóltur

Rói var toppskjútti tá Aarhus vann fyrsta sigurin

1 tími síðan
Tíðindi

Borgarligar flokkar í Svøríki trúgva upp á vend í valstríðnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Leitisstein steðgar virkseminum – starvsfólkini send til hús

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mjällby tryggjaði sær týdningarmikið stig í Göteborg

2 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: Eiðismenn taptu eisini í aðru royndini

2 tímar síðan