TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Annu Brimnes hjá Kyndli, aftaná eittmáls tapið hjá kyndilskvinnum ímóti Neistanum fyrr í kvøld.
Anna gjørdi sítt við fimm málum fyri Kyndil, men sjálvkritiskt staðfesti hon, at tað vóru tær í Kyndli, sum gjørdu teir býttu feilirnar, ikki minst, tá leiðslan hjá Neistanum skuldi innheintast ímóti dystarenda.
Anna sigur, at hóast tvey tap ímóti Neistanum higartil, so ætlar tær at taka Neistan teir næstu dystirnar, og málið er at koma í bæði steypa- og FM finaluna hetta kappingarárið.