Anna Djurhuus sett sum leiðari

Anna Djurhuus er sett sum leiðari settur fyri bú- og heimatænastuna í Suðuroy.

Stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy setti í farnu viku Annu Djurhuus sum leiðara fyri Bú- og Heimatænastuna í oynni.

Anna Djurhuus er 61 ára gomul og hevur seinastu 6 árini verið leiðari á Suðuroyar ellis- og røktarheimi. Anna Djurhuus hevur síðan 1. februar 2015 virkað sum fyribils leiðari á Bú- og Heimatænastuni.

 

Anna Djurhuus byrjar í starvinum sum leiðari á Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy beinanvegin.