Anna: Ein dreymur gongur út

Anna Nygaard fekk eina hjartaleysa lagnu, tá hennara egni dómari gav henni mønustingin í fjórðingsfinaluni í X.Factor kappingini, men nú gongur dreymur hennara út og ein útgáva er væntandi í næstum. Fyrsta single av útgávuni, Walking on Fire, kemur væntandi 3.maj.

Anna og hennara framførsla av sanginum Whatever Happens hjá Michael Jackson, hevur verið nevnd sum størsta løtan av mongu live-framførslunum í X-Factorkappingini. Hennara farvæl úr kappingini gjørdi flest øll bilsin, tí hon var avgjørt millum favorittarnar at vinna kappingina. Tá Anna kom í vanda, mátti hennara egni dómari, Remee, fara úr upptøkuhølunum fyri at koma til eina niðurstøðu, ið var, at Anna mátti úr kappingini. Hetta fekk seinni BT at siga, at DR var farið heldur lættliga um í atkvøðuteljingini.

Men nú smílist eydnan aftur til Onnu. Meðan X-Factor var í Danmark, var altjóða viðurkendi framleiðarin Pete Smith – ið hevur arbeitt við Sting, Joe Cocker, Randy Crawford og Gary More, í Danmark. Hann arbeiddi saman við framleiðaranum Boe Larsen. Tá teir høvdu sæð og hoyrt Onnu á palli var leyst og liðugt. Og tá tey hittust vísti tað seg, at samstarvið riggaði stak væl og hetta sampakkaði við ta útgávuætlan, ið Anna altíð hevði havt hug at gera.

- Hetta er ein dreymur, ið gongur út, sigur Anna, sambært útgevarunum.

RecArt hevur skrivað langtíðarsáttmála við Onnu, og Jimmi Riise sigur m.a., at RecArt legði Onnu til merkis longu í undankappingini. Í løtuni arbeiður Anna við fullari ferð í Millfactory upptøkuhølunum við eini útgávu, ið sambært útgevarunum, verður eitt brak av eini útgávu, ið tónleikaliga fer at taka lurtarar á bóli. Fyrsta single kemur væntandi 3. maj og Walking on Fire er bland av soul, latin og pop og ikki minst kemur orðið Diva til sín rætt.