Leygarkvøldið á Summar Festivalinum bjóðar Anna Faroe eitt ordans brak á Vágsbøi, tá ið hon trínur á pall við blásarum, kórgentum og annars við stórum bólki aftrat sær.
Anna Faroe sigur við Rás2, at hon fer at spæla eitt spildur nýtt lag, sum júst nú er endaliga viðgjørt.
-Eg havi skrivað lagið saman við tveimum svenskum lagsmiðjum, og leygarkvøldið verður fyrstu ferð, at lagið verður at hoyra, sigur Anna Faroe.
Umframt nýggja lagið er Anna eisini aktuell við Big Band fløguni, har hon syngur saman við Finni Jensen og James Olsen.
Anna veit ikki at siga nær hennara næsta fløga sær dagsins ljós, men hon staðfestir, at tað er júst tað, sum hon nú arbeiðir fram ímóti.