Anna fekk blackout

Í stórar samrøðu við danska Ekstra Blaðið greiður Anna Nygaard frá, hví hon gav eina minni góða framførslu til bootcamp umfarið í X-Factor. Anna sigur, at hon fekk blackout. Donsku miðlarnir vísa í hesum døgum stóran áhuga fyri føroysku Onnu Nygaard. Seinasta dømi um hetta er ein umfatandi samrøða, sum Ekstra Blaðið hevur við Onnu i dag.

 

Hon greiður frá, at hon fekk eitt sokallað blackout fríggjakvøldið, og nógv av tí, sum hon sá á skíggjanum, minnist hon ikki sjálv. Tí heldur Anna, at hon hevur fingið blackout.

 

Til audition, tá ið Anna beinan vegin gjørdist ein av favorittunum, sang hon sangin ?at last? hjá Etta James. Til bootcamp umfarið seinast, vóru luttakararnir bidnir um at velja eitt lag hjá teirra favoritt tónleikara.

 

Hetta gjørdi Anna, men tað eydnaðist henni ikki so væl, at syngja lagið hjá Amy Winehouse.

 

Kortini megnaði Anna at koma víðari til næsta umfar.