Anna Kathrina í Ribarhus

Umleið 25 foto- og grafikkmyndir verða á framsýningini, sum Anna Kathrina Højgaard letur upp í Ribarhus leygardagin klokkan 14 Talan er um eina blanding av foto- og grafikkmyndum, tær flestu gjørdar í ár. Framsýningin verður opin fram til eftir nýggjár.

 

Hetta er fyrstu ferð, at Anna Kathrina Højgaard sýnir fram í Ribarhus, men hon hevur kortini havt nógvar framsýningar, eitt nú í Listaskálanum í Havn, Føroyingahúsinum í Keypmannahavn og á Nyborg Strand Hotel.

 

Anna Kathrina er útlærd myndakvinna frá Bambus Foto í Havn.

 

Framsýningin er opin, tá útsølan í Ribarhus er opin.