Anna Katrina Højgaard í Lítluvík

Í dag klokkan 15 letur nýggj framsýning hjá Onnu Katrinu Højgaard upp í Smiðjuni í Lítluvík Við á framsýningini hevur listakvinnan umleið 20 verk, sum hon hevur gjørt gjøgnum tað mesta av lívinum, men tað mesta er nýtt tilfar. Talan er um bæði málningar, grafik og fotogravure.

Málningurin »Rovfugl« frá 1999, sum listakvinnan sjálv er errin av, er eisini við á framsýningini.

Nakað sum eyðkennir listina hjá Onnu Katrinu er tað døkka, tað myrka og svarta, sum er at finna í øllum myndunum hjá henni.

- Mann má loyva sær sjálvum at anda, og tað haldi eg sæst aftur í listini hjá mær, sum nógv kalla eksplosiva, sigur Anna Katrina Højgaard.

Listakvinnan metir seg sjálva mest sum ein fotograf enn nakað annað, men nýtir ofta pensilin til at fáa boðskapin meira fram.