Anna kom í semifinaluna

Anna Elinborgardóttir var millum 15 tær bestu í stórari fitnesskapping í dag

Tann 26 ára gamla Anna Elinborgardóttir úr Havn varð millum 15 tær bestu út av teimum 32 luttakarunum í fitnesskapping í Danmark í dag.

 

Kappingin, sum Anna Elinborgardóttir luttók í fyrr í dag, eitur Debuttantstævne 2013 DBFF Newcomers, sum Dansk Bodybuilding og Fitness Forbund skipar fyri á hvørjum ári.

 

Hóast hon ikki varð millum tær seks, sum komu í finaluna, er hon væl nøgd.

 

- Eg havi fingið at vita, at eg var í ov góðum formi til at vera í mínum bólki, so tað taki er bara sum eitt herðaklapp. Eg eri sera væl nøgd og kundi ikki gjørt nakað betri, sigur Anna Elinborgardóttir.

 

Fyri trimum árum síðani fór hon undir at venja miðvíst og eta eftir eini kostætlan. Í dag vigar hon 48 kilo minni, enn hon gjørdi í 2010, og bara seinasta árið er hon klænkað meir enn 20 kilo.

 

- Eg eri sera errin av, at eg eri komin frá 115 kg niður á 67 kg, og eg føli, at eg eri í besta forminum nakrantíð, sigur Anna Elinborgardóttir.

 

Seinni í vikuni fær hon at vita, á júst hvørjum plássi hon endaði til hesa kappingina. Sjálv vónar hon, at hon endaði á einum sjeynda ella áttanda plássi.

 

Og hon ætlar ikki at steðga her.

 

- Hetta er avgjørt ikki seinastu ferð, eg stilli upp í eini slíkari kapping. Nú skal eg bara arbeiða framm ímóti at koma í enn betur form, sigur Anna Elinborgardóttir.

 

Les eisini Anna við í stórari fitnesskapping