Anna Kristina og Niels Áki føroyameistarar

Leygardagin var FM í olympiskari vektlyfting. Framstigini innan kappingargreinina eru stór, og vit sóu eisini tveir nýggjar føroyameistarar

Talan var um bert aðru FM-kappingina, eftir at Styrkifelag Føroya varð sett á stovn í 2020.

Aftur hesa ferð varð kappast í hølunum hjá Tvørmegi í Havn, og tað var hugaligt at síggja, hvussu stór framstigini eru hjá einstøku lyftarunum. Av tí sama varð talan eisini um met í mest sum øllum vektflokkum, tá luttakararnir royndu seg, og fyri fleiri var talan eisini um persónlig met.

Olympisk vektlyfting er skipað soleiðis, at kappast verður í tveimum greinum. Tær eru trekk, har vektin skal syftast upp um høvd í einum, og vend og stoyt, har vektstongin fyrst verður lyft upp á akslarnar, áðrenn seinasta takið upp um høvd verður tikið.

Luttakararnir hava trý lyft í part, og kappast verður tvørtur um kyn og vektflokkar á tann hátt, at vektin á steingini ongan tíð fer niður, men luttakararnir tørna til, so hvørt sum vektin er har, sum tey ætla at lyfta.

 

Anna Kristina og Niels Áki sterkast

10 luttakarar vóru til kappingina leygardagin. Av hesum vóru tríggjar kvinnur, og tvær teirra hava fyri tað nógva vant í Danmark.

Anna Kristina Norðberg Niclassen hevur vant lyfting í Danmark, áðrenn hon flutti til Føroya, og hon vísti seg sum sterkasta kvinnan. Hon lyfti 73 kg í trekk, meðan 94 kg fóru upp um høvd í ven dog stoyt. Henni á baki kom Maibritt Reynheim Petersen, meðan Erna Krett Hansen gjørdist nummar trý.

Hjá monnum varð roknað við, at kappingin fór at standa millum Niels Áka Mørk og Pól Hendrik Andreasen, men Pól Hendrikur hevði ein skaða í handliðnum, og tí lyfti hann bert tí einu ferðina í trekk, og var tað lyftið væl minni enn tað, sum hann vanliga lyftur.

Tað merkti tó ikki, at Niels Áki fekk frítt spæl. Serliga var tað Leif av Bøgarði, sum gav honum skarpan gang. Niels Áki lyfti 79 kg í trekk og 103 kg í ven dog stoyt. Leif lyfti ávíkavist 93 og 121 kg í somu greinum, men tá Niels Áki er væl lættari enn Leif, gav umrokningin til Sinclair-stigan honum oddasessin. Tað kann leggjast afturat, at verður hugt at úrslitunum til DM-kappingina í fjør, hevði avrikið hjá Niels Áka verið nóg mikið til at tryggjað honum gull.

 

 

Úrslit

Kvinnur

Navn                                                     vekt              trekk  vend&stoyt                  íalt           Sinclair

Anna Kristina Norðberg Niclasen    <71                   73                   94                 167         214,637

Maibrit Reynheim Petersen             <71                   67                   80                 147         189,102

Erna Krett Hansen                              <76                   48                   60                 108         130,857

 

Menn

Navn                                                     vekt              trekk  vend&stoyt                  íalt           Sinclair

Niels Áki Mørk                                     <61                   79                 103                 182         263,298

Leif á Bøgarði                                       <89                   93                 121                 214         252,823

Rudi Persson                                        <89                   88                 118                 206         247,839

Sofus Bech                                            <89                   90                 113                 203         239,182

Mortan á Bøgarði                               <89                   75                 106                 181         212,137

Pól Hendrikur Andreasen                 <73                   45                 113                 158         205,431

Niels Juel Arge                                   >109                   81                 115                 196         205,347

Rói Hjaltalin                                       <109                   75                   95                 176         190,086

Sølvi Smith                                            <89                   60                   75                 135         159,753