Familja, starvsfelagar og umboð fyri Tórshavnar býráð vóru savnaði til hugnaligan morgunmat. –
Nógv er hent á bókasavnsøkinum hesi 25 árini, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í talu og hugleiddi um gomlu bøkurnar, ið hann helt upp móti nútíðar tøkni sum teldu og Facebook. –
Nú ein dagin bjóðaðu bókavørðar á Býarbókasavninum mær at vera við í einum lesiringi á Facebook. Og tað er gott, segði borgarstjórin og vísti á nyttuna í telduni, tá umræður at breiða út vitan og upplýsing, sum eru kjarnurvirðini hjá einum framkomnum bókasavni.
Umframt blómur, fekk Anna Malena Niclasen eisini gávukekk frá Býráðnum og eina sjáldsama vakra brosju við búmerkinum hjá Tórshavnar kommunu, sum Anker Eli Petersen hevur gjørt.
Kelda: www.torshavn.fo