Anna Maria Toftegaard skal samskipa Føroyaleikir

ÍSF hevur sett Onnu Mariu Toftegaard í starv, sum samskipara á Føroyaleikir 2022

ÍSF hevur sett Onnu Mariu Toftegaard í starv, sum samskipara á Føroyaleikir 2022. Anna Maria er 23 ára gomul og ættað úr Fuglafirði. Anna Maria starvast í dag sum leiðari á ungdómsdeildini hjá Betri. Hetta starvið kemur hon framhaldandi at røkja saman við samskiparastarvinum hjá ÍSF

 

Anna Maria hevur altíð verið virkin innan ítrótt og spælir í løtuni fótbólt við 1. deild hjá ÍF og flogbólt hjá 1.deild hjá Fleyr. Anna Maria er tí virkin innan ymiskar ítróttagreinar og hevur eisini stóran áhugað fyri ítrótti í breiðum høpi.

 

- Í Fuglafirði blóma nógvar ítróttargreinar, og haldi meg hava roynt allar, men serliga er tað fimleikurin, sum hevur fylt mínar dagar, sigur Anna Maria Toftegaard.

 

Seinastu trý árini hevur Anna Maria verið knýtt at Havnar Fimleikafelag, har hon hevur virkað sum venjari í estetiskum kappingarfimleiki, samstundis sum hon hevur verið við í arbeiðinum um, at samskipa fimleikafagnaðin við Havnar Fimleikafelag.

 

Anna Maria byrjar í starvinum 1. desembur.