Anna og Niels hava ikki ráð at fara undir útbúgving

Ein týðandi partur av framhaldandi menning í samfelagnum er, at okkara ungu nema sær útbúgving. Í Føroyum eggja vit okkara ungu til at nema sær førleikagevandi útbúgving – og tað velja tey flestu av okkara ungu eisini.

 

Nógv ung fara í læru og nógv ung fara eisini undir útbúgving á Heilsuskúlanum, á Vinnuháskúlanum, á Sjónám, á Fróðskaparsetrinum og so framvegis – og eru at kalla allar útbúgvingar í Føroyum, eins og í grannalondum okkara, ókeypis ella uttan “skúlagjald”.

 

Flestu hægri útbúgvingarstovnarnir eru í Havn, nakrar útbúgvingar eru í Suðuroynni og nakrar í Klaksvík. Samanrenningin av inflatión og høgum húsaleigum, hetta seinna serliga í miðstaðarøkinum, ger, at tað ikki er lætt hjá teimum lesandi at fáa endarnar at røkka saman, uttan at tey arbeiða lutfalsliga nógv meðan tey eru undir útbúgving.

 

Tær flestu útbúgvingar eru hugsaðar sum fulltíðar-lesnaður, so tað ávirkar sjálvsagt lestrarárini, um tú noyðist at arbeiða heilt nógv, meðan tú er undir útbúgving. Fyri fleiri, er støðan eisini tann, at tey hava ikki ráð at lata verða við at arbeiða – og hóast vit teljast millum ríkastu lond í heiminum, so er tað eisini veruleikin hjá fleiri í dag, at tey hava ikki ráð at fara undir útbúgving.

 

Hetta kann skapa ein trupulleika fyri samfelagið, tí førleikagevandi útbúgvingar og hægri útbúgvingar eru ein týðandi partur av framhaldandi menningin av samfelagnum, tí mugu umstøðurnar hjá lesandi og hjá útbúgvingarstovnunum eisini verða so góðar sum tilber.

 

Av somu orsøk er tað alneyðugt, at lestrarstuðulin hækkar og fylgir kostnaðarstøðinum í landinum.

 

Harumframt mugu byggjast lestrarbústaðir kring landið, soleiðis at okkara ungu hava góðar bústaðarmøguleikar, um tey so fara undir útbúgving á Fróðskaparsetrinum í Havn, á Sjónám í Klaksvík ella á Heilsuskúlanum í Suðuroy.

 

Fíggjarligu korini hjá teimum lesandi og manglandi bústaðarmøguleikar má ikki blíva ein forðing í framhaldandi menning av samfelagnum.

 

Fráfarandi samgonga hevur onki gjørt á hesum økinum – tað er tíverri bara ein staðfesting – og tapararnir eru tey ungu, sum eru undir útbúgving, ella tey, sum ikki hava ráð at fara undir útbúgving.

 

Tá vit skipa samgongu eftir løgtingsvalið, verður lestrarstuðulin hækkaður (og sjálvandi er fíggingin uppá pláss, her eru ongi ófíggjaði vallyftir) og Bústaðir skulu aftur fáa góð arbeiðskor, soleiðis at ferð kemur á bústaðarbygging, herundir bygging av lestrarbústaðum.

 

Ein íløga í okkara ungu, er ein íløga í framtíðina, tað taka flest øll í Føroyum undir, men hjá summum verður tað bara til tos – vit tryggja handling og úrslit.

 

 

 

Dennis Holm

 

Valevni fyri Tjóðveldi