Anna syngur Amy

Anna Nygaard fer at syngja »You Know I?m No Good« hjá Amy Whinehouse, tá hon fer á pallin í stóra liveshowinum í X Factor í annaðkvøld. Hetta kom fram á tíðindafundi í DR-býnum í morgun.

 

Á hesum sama tíðindafundi varð eisini avdúkað, hvat hinir sangararnir og bólkarnir fara at framføra.

Tine, sum eins og Anna hoyrir til bólkin fyri luttakarar undir 25 ár, fer at syngja »Just Like A Pill« hjá Pink, meðan Jesper fer at syngja »Uprising« hjá Muse.

 

Bólkarnir hjá Soulchock eru tríggir í tali. The Fireflies fara at framføra »You´re Still The One« hjá Shania Twain. 8210 fara at syngja lagið »Tik Tok« hjá Ke$ha, meðan dreingjabólkurin In-Joy fer at framføra »Down« hjá Jay Sean.

 

Sangararnir eldri enn 25 ár eru Daniel, Thomas og Peter. Hesir fara at syngja ávíkavist »Hurthful« hjá Erik Hassle, »Viva La Vida« hjá Coldplay og »Hold On« hjá Jamie Walters.