Annað vaktarskipið leggjast næsta ár

Næsta ár verður bara annað føroyska vaktarskipið í sigling.

Tað er avleiðingin av fíggjarlógini, sum nú er lagt fyri Løgtingið

Samgongan ætlar at fremja umfatandi sparingar hjá Fiskiveiðieftirlitinum, sum hevur tvey vaktarskip til taks, Brimil og Tjaldrið

- Við ætlaða niðurskurðinum í játtanini og tí alsamt økta oljuprísinum og eykalutaprísunum verður neyðugt at fremja fleiri sparingar, sigur samgongan.

- Sparingarnar fara at ávirka siglingina við skipunum, soleiðis at vit í 2013 bert koma at hava eitt skip í sigling, sigur samgongan í uppskotinum til fíggjarlóg

- Eisini verður neyðugt at fremja ávísar sparingar á landi. Í 2013 skulu 300.000 krónur sparast og í 2014 skulu 400.000 krónur sparast.

Tað skal sparast við at umskipa virksemi og gera effektiviseringar, sigur samgongan.