Tað er eitt lið, sum er í aldudalinum, sum í dag fær vitjan av einum, ið er á veg upp á aldukambin, tá ið B36 og NSÍ hittast í Gundadali. Eftir at tað í fyrstu umførunum gekk sum eftir ánni hjá B36, hevur úrtøkan verið vánalig síðstu ferðirnar. Eftir at tað í fyrstu umførunum gekk illa hjá NSÍ, hevur úrtøkan verið full tríggjar tær seinastu ferðirnar hjá NSÍ.
Stóri trpulleikin hjá B36 er í vinsta borði í verjuni. Símun Joensen varð keyptur úr KÍ at fylla hetta plássið. Tað gjørdi hann væl í fyrstu umførunum, men síðani hann varð skaddur, hevur B36 ikki vunnið. Hósdagin var Bárður Olsen vongverji í vinstru í 1. hálvleiki. Tað verður hann neyvan ídag.
Hjá NSÍ er Christian Høgni Jacobsen flúgvandi. Á sínum 30 ára føðingardegi mikudagin skoraði hann tvær ferðir á Svangaskarði, og Christian Høgni er toppskjútti í Vodafonedeildini. Í sjey dystum hevur hann skorað átta mál. Spurningurin er so, um tað fer at eydnast B36 verjuni at halda NSÍ liðformanninum í stuttum tjóðri.