Annar maðurin verður verandi leysur

- Málið um ungu kvinnuna er syrgiligt og dapurt, men eg fegnist um, at maðurin, sum eg eri verji hjá, sambært rættarskipanini ikki er undir grundaðum illgruna, sigur verjin.

Í gjár, tá teir báðir 36 ára gomlu, vóru til grundlógaravhoyr í rættinum í Aalborg, har løgreglan hevur skuldsett teir fyri drápið av 22 ára gomlu, Mia Skadhauge Stevn, varð annar fongslaður í fyribils fýra vikur, meðan hin varð leyslatin.

 

Ákæruvaldið gjørdi eftir avgerðina í rættinum í Aalborg av at kæra leyslatingina til landsrættin, men í dag hevur landsrætturin staðfest avgerðin, sum rætturin í Aalborg tók.

 

Soleiðis verður maðurin fyribils verandi leysur, men hann er - eins og vinmaðurin, sum situr í varðhaldi - framvegis skuldsettan fyri dráp í málinum um ungu kvinnuna, sum eftir øllum at døma er dripin.

 

Tað var seint í gjár, at løgreglan fann leivdir av einum menniskja í Dronninglund Storskov, sum tey halda eru av Miu Skadhauge Stevn.

 

Verjin hjá manninum, sum er leyslatin, Jakob Dalsgaard-Hansen, fegnast sjálvsagt um, at landsrætturin heldur, at grundarlag ikki er fyri varðhaldsfongsling, tó at løgreglan framvegis hevur hann skuldsettan.

 

Jakob Dalsgaard-Hansen sigur, at málið um ungu kvinnuna er syrgiligt og dapurt, men hann fegnast um, at maðurin, sum hann er verji hjá, sambært rættarskipanini ikki er undir grundaðum illgruna. 

 

Mia Skadhauge Stevn varð seinast sædd á lívi nærindis Jomfru Ane Gade í Aalborg klokkan 06.09 seinasta sunnumorgun, tá hon steig inn í ein myrkan persónbil, sum koyrdi avstað við henni.