Annar tvíburðurin fekk heilabløðing

Nakrar tímar eftir at teir báðir siamesisku tvíburðarnir vórðu skildir sundur, mátti annar teirra aftur á skurðstovuna.

Siamesiskir tvíburðar

Tað tók læknunum á barnasjúkrahúsinum á University of California 22 tímar at skilja tær báðar genturnar úr Guatemala sundur.
Men fimm tímar aftan á skurðviðgerðina mátti onnur gentan, Maria Teresa, leggjast aftur á skurðborðið, tí hon hevði fingið eina blóðsavning uttan á heilanum. Læknarnir boðaðu stutt eftir frá, at trupulleikin var ikki so stórur, og at tað var væntandi, at trupulleikar av hesum slagnum kundu stinga seg upp aftan á ta sera stóru skurðviðgerðina.
Á barnasjúkrahúsinum í Los Angeles eru læknarnir á einum máli um, at tað fer at taka fleiri dagar, áðrenn teir við vissu kunnu siga, at genturnar fara at liva. Men teir flestu tykjast hava góðar vónir. Ein av læknunum segði í gjár, at hann væntar, at tær báðar genturnar fara at fáa eitt vanligt lív.
Tær báðar genturnar eru føddar í Guatemala seinasta summar. Foreldrini høvdu ikki ráð at leggja tær undir skurð, men fólk í Guatemala og aðrastaðni hava savnað pening, so foreldrini kundu fara til USA við gentunum fyri tveimum mánaðum síðani.