Annarhvør virussmittaður er lektur aftur

Coronavirusið hevur spreitt seg til yvir 55 lond. Ein stórur partur av teimum smittaðu er vorðin frískur aftur.

Um miðjan januar doyði tann fyrsti persónurinr av nýggja coronavirusinum. Tað var ein 61 ára gamal maður í Kina, har virusið tók seg upp.

Síðani hevur virusið spreitt seg yvir landamørk, og nógv túsund fólk eru deyð. Ennfleiri er tó vorðin frísk aftur eftir at hava verið smittað.

Her eru nøkur tøl, sum eru skrásett og sum lýsa støðuna við útbreiðsluni av virusinum:

* Talið av deyðum kring heimin: 2.900

* Talið av smittaðum kring heimin: 85.400

* Talið av fólki, sum eru vorðin frísk aftur: 39.600

* Váttað er, at coronasmittað eru í yvir 55 londum.

* Størsti parturin av smittuni hevur verið í Kina. Eisini í Suðurkorea, Italia, Iran og Japan eru størri virusútbrot.

* Virusið hevur fingið navnið Sars-CoV-2. Sjúkan, sum verður elvd av virusinum, verður nevnd Covid-19.

Keldur: Johns Hopkins University.

/ritzau/