Annarhvør er dagliga í Havnini

Bygdafólk er munandi oftari í Havnini enn havnarfólk fara út um býgarðarnar.

Meðan annarhvør havnarborgari hevur verið uttan fyri Havnina seinastu vikuna, hevur annarhvør borgari í restini av landinum verið í Havnini í dag. Tað vísir ein kanning, sum spyr.fo hevur gjørt.

 

Spyr.fo hevur kannað, um tað er nakað um prátið, hvørt tað er longri úr Havnini til Gøtu enn øvugt, altso um havnarfólk er torførari at flyta enn tey, sum ikki búgva í Havnini.

 

Kanningin vísir greitt, at tey, ið búgva uttanfyri Havnina eru oftari í Havn, enn havnarfólk fara "út á bygd," sum tey ofta kalla tað. Kanningin vísir, at annarhvør havnarborgari hevur verið uttanfyri býing seinastu dagarnar, men einans ein av fimm er dagliga uttan fyri býin. Somuleiðis hevur ein av fimm ikki verið uttanfyri býin seinasta mánaðin.

 

Borgarar í restini av landinum eru munandi oftari í Havnini. 50 prosent av teimum spurdu eru dagligir gestir í Havnini, og 75 prosent hava verið í Havnini seinastu vikuna.

 

Ein stórur partur av orsøkini til hetta er sjálvandi, at sera nógv avbygdafólk arbeiða í Havnini, meðan munandi færri havnarfólk arbeiða uttan fyri høvuðsstaðin. Tó so, tá tað er sagt, hvussu munnu tølini síggja út, um ferðir við ítróttarliðum vóru tikin úr samanberingini? Hvussu ofta munnu havnarfólk so vera á bygd?

 

Úrslitið er grundað á svar frá 200 tilvildarliga spurdum føroyingum í aldrinum 15 til 80 ár.