Annarhvør stúrir fyri høgu smittutølunum

10 prosent av føroyingum stúra sera nógv fyri høgu smittutølunum við koronu, meðan 19 prosent als ikki stúra

 

Tað vísir kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Miðlahúsið.

Tá veljarar verða spurdir soleiðis: »Stúrir tú fyri høga smittutalinum við koronu?«, so svara 10 prosent at tey stúra sera nógv, 38 prosent at tey stúra eitt sindur. 33 prosent siga seg ikki stúra, og 19 prosent siga, at tey als ikki stúra.

Býta vit so sundur millum tey, sum stúra, og tey, sum ikki stúra, so eru tað 48 prosent sum stúra og 52 prosent sum ikki stúra.

So tað stendur á jøvnum millum fólk í hesum spurningi.

Sum talvan niðanfyri vísir, so eru ávísir munir millum veljara hjá samgongu og andstøðu, og tá býtt verður út á økini. Men tá verður óvissan í kanningini størri, tí tølini eru minni.

Men høvuðsboðskapurin er, at tað stendur á jøvnum millum tey sum stúra, og tey, sum ikki stúra.

##med2##