Anne Dorte og Maria syngja stór popphitt

Hittini hjá Tøsedrengene og Ray Dee Ohh verða spæld á Vágsbø í kvøld

Tvær av stóru songkvinnunum í donskum poppi hava konsert á Vágsbø í kvøld. Í 1980’unum og 1990’unum høvdu tær óteljandi sangir á hittlistunum, og nógvir av sangunum eru vorðnir poppklassikarar.

 

Anne Dorte Michelsen og Maria Bramsen vóru sangarar í bólkinum Tøsedrengene, sum hittaði við fangandi og vælspældum poppsangum sum »Indianer«, »Sig du ka’ li’ mig«, »Ud under åben himmel«, »Vi var engang så tæt« og »Så gik der tid med det«.

 

Eftir at Tøsedrengene góvust at spæla í 1985, hildu Anne Dorte Michelsen og Maria Bramsen fram við teirra yrkisleiðum sum sangarar, og tær hava verið partur av donskum tónleikalívi síðan. Anne Dorte hevur framført nógv sum solistur, og tað hevur Maria Bramsen lutvíst eisini gjørt. Maria Bramsen var eisini songkvinna í poppbólkinum Ray Dee Ohh, sum hevði fleiri hitt árini frá 1988 til 1991 – eitt nú »Jeg vil la’ lyset brænde« og »Mandags-stævnemøde«.

 

Anne Dorte og Maria hava nú savnað sínar bestu sangir og framføra teir í bólkinum Anne Dorte & Maria. Saman við teimum spæla nakrir av dugnaligastu live-tónleikarum í Danmark, og tí verður lagt upp til eina ordans poppkonsert, tá ið tær spæla Vágsbø.

 

Konsertin við Anne Dorte & Maria verður á Vágsbø í kvøld kl. 21:30.

 

##med2##