´Hasty Pudding Theatricals´, sjónleikarafelagskapurin hjá Harvard University, hevur givið Anne Hathaway heiðurin, Ársins Kvinna. Anne Hathaway fær heiðurin á universetinum, tað stórt tiltak verður hildið har 28. Januar. Anne Hathaway hevur sagt ja til innbjóðingina.
Hasty Puddin Theatricals skal somuleiðis finna ´Ársins Mann´, men hann er ikki kunngjørdur enn. Hetta skrivar TV2 á heimasíðu sínari.