Anne Marie-boringin byrjar

Faroe Petroleum boðar í morgun frá, at samtakið á loyvisøki 005 er byrjað at bora á Anne Marie-prospektinum á føroyska landgrunninum. Loyvisøkið liggur í ein landsynning úr Føroyum, okkurt um 10 km frá landgrunsmarkinum millum Føroyar og Bretland. Brunnurin verður boraður á Anne Marie-leitimiðinum á 60° 49? 14.514??N og 04° 33? 56.172?? W. Havdýpið á staðnum er 1.106 metrar.

Boripallurin West Phoenix, sum norska felagið Seadrill eigur, skal bora brunnin.

Boringin verður mett at taka umleið 75 dagar.

Faroe Petroleum eigur 12.5 prosent av loyvi 005. ENI Denmark BV er fyristøðufelag og umboðar 30 prosent av loyvinum. Hinir loyvishavararnir eru OMV við 20 prosentum, CIECO við 12.5 prosentum, og Dana Petroleum við 25 prosentum.

Faroe Petroleum fegnast um, at Anne Marie boringin er byrjað. Anne Marie er ein týðandi brunnur, sum kann fáa stóra ávirkan á felagið. Loyvi 005 varð tillutað felagnum í sambandi við fyrsta loyvisumfar í Føroyum í 2000, og var fyrsta loyvi hjá Faroe Petroleum.

Anne Marie er tann fyrsti av trimum djúpvatnsbrunnum á Atlantsmótinum í ár hjá Faroe Petroleum, sum miðað eftir prospektum við týðandi oljugoymslum. Hinir báðir brunnarnir, North Uist (Cardhu) og Lagavulin, liggja bretsku megin markið. Tað eru ávikavist BP og Chevron, sum eru fyristøðufeløg á hesum báðum brunnunum.