Foreldur hennara vóru Jóna Larsen, fødd í Brekkunum, ættað úr Hósvík og Rolf Spange Larsen, ættaður úr Bagsværd í Danmark.
Annette vaks upp í Danmark, gekk í dansiskúla, ríðingarskúla, seglklubba, sang við barnakóri o.m.a. Í 1977, tá hon var 14 ára gomul, gjørdu foreldur hennara av at flyta heim til Føroyar.
Annette fekk realprógv á Felagsskúlanum á Oyrabakka í 1980, fekk FHS-prógv í 1985 og lærupláss hjá Tummas Ørv. Aftaná lokna lærutíð í 1987 var hon sett í starv sum bókhaldari hjá P/F Norðsetur. Sama árið bygdi hon sær hús í Hósvík. Annette starvaðist frá 1993 til 1996 sum bókhaldari á flakavirkinum Klinkuni í Hósvík. Í 1997 varð hon sett í starv sum bókhaldari á Rækju- & Skeljavirkinum O. C. Joensen á Oyri, í 2000 bleiv hon skrivstovuleiðari í somu fyritøku, har hon enn hevur sína dagliga gongd.
Í 1990 giftist Annette við mær, Brestir Davidsen, sonur Jytte & Ove Davidsen í Hósvík, saman hava vit børnini Karinu og Kennet.
Annette er ein "handy-kvinna", hon hevur riðið kapp, smíðað hús, lakkerað bilar, verið barrvørur, lagt flisar o.m.a. Hon hevur grønar fingrar. At leiða, at sam- og fyriskipa liggur sera væl fyri, og hon elskar at syngja. Síðani hon var lítil, hevur hon sungið nógv. Hon hevur sungið í kórið í Havn í nógv ár, verið forsangari í Rockbólkinum "Rockwall", kórsangari í rockbólkinum "Chase", er 4. limurin í swing-kvartettini SISQ. Tá tað i 1995 varð heitt á Annette & Árna av Reyni um at byrja eitt barnakór í Hósvík, var hon beinanvegin klár. Barnakórið var sett á stovn og seinni byrjaði eisini eitt baby- og eitt ungdómskór. Á hvørjum ári skipar hon fyri Luciagongd fyri pensionistunum í Norðstreymi og bygdarfólkinum í Hósvík. Hóast Annette nú er 40 ár, er rock-tónleikurin og sangurin ikki lagdur til viks, hon elskar at "jamma".
Góða kona og mamma vit ynskja tær hjartaliga tillukku á 40 ára degnum, takk fyri alt tú ert fyri okkum, muss og klemm.
Maður tín og børnini.