Annfinn Petersen in memoriam

f. 3.10.1953, d. 6.6.2004

Tann 3. oktober kundi Annfinn havt fylt 52 ár. Hann andaðist fyri góðum ári síðan - mitt meðan summarið var uppá sítt fagrasta. Á tílíkum aldri, kundi Annfinn havt sítt lívs summar; men so skuldi ikki verða.

Annfinn var yngstur av sjey børnum hjá Ninnu og Niclasi Petersen í Rituvík. Vit vóru javngamlir. Spældu nógv saman, alt tað eg kann minnast. At koma inn til Ninnu og Niclas hevði altíð ein serstakan hugna yvir sær. Hetta var eitt stað, har tú altíð kendi teg vælkomnan. Nú býr Mogens í húsinum, sum einasti sonur á lívi. Systirin Inger býr í Australia. Hini eru øll - eins og foreldrini - farin foldum frá: Annlina, Kala, Hans Petur og Pedvin.

Annfinn var ein evnagóður drongur, ið hevði ríkar gávur til mangt og hvat - t.d. tekniskt snildi og hegni. Hann hevði listarligar gávur, ið sýndu seg í góðum tekningum á ungum árum, eins og hann tíðliga var kringur við gittara og tangentum. Eitt skifti spældi hann í orkestrinum "Drifters" á Glyvrum.

Hugurin stóð tó mest til tað tekniska, soleiðis at hann søkti um at fáa lærupláss sum radiomekanikari í Klaksvík, sum 17 ára gamal. Tríggjar vóru umsóknirnar. Lutakast bleiv, og luturin fall á Annfinn. - Soleiðis bendist hansara lívskós í Norðoyggjar, har hann eisini fann sær gentu. Annfinn og Ann giftust 25.10. 1975 og fingu tveir synir, Leif (26 ár, f. 1979) og Niclas (15 ár, f. 1990).

Annfinn var ein persónur, ið var góður at heita á og kundi fáa alt tekniskt í ordan, hvat tað so var. Hann arbeiddi altíð nógv og spardi seg ongantíð. Fyri nøkrum árum síðan fór heilsan at bila. Og knappliga í fjør summar vóru boð eftir honum - lívsfjørðurin var rógvin.

Hin 27. august í ár var realskúlaflokkurin á Glyvrum, har Annfinn gekk, savnaður til 35 ára hald síðan loknan skúla. Vit vóru á grøvini hjá Annfinn úti við Borðoyavík. Til hetta høvið yrkti Arnfríður í Skálafirði hesar reglur:

Góði Annfinn,
tú vart ein av okkum,
og framvegis ert.it minnast teg,
so sum tú vart.
Í alheimi viti ein
slóknaður er.
Tó hjá okkum
hann enn lýsir bjart.

Hvíl í friði, góði Annfinn.

Dánjal Petur