Annfinnur Heinesen útbúgvin sjónleikari

   

Sunnudagin 15. juni fær Annfinnur Heinesen handað prógv sum sjónleikari á Sjónleikaraskúlanum í Odense.
Annfinnur er uppvaksin í Klaksvík. Foreldrini eru Ranva Heinesen og Finnur Jacobsen. Annfinnur er 26 ára gamal. Hann tók studentsprógv í 1996 og flutti stutt eftir til Havnar sum nítjan ára gamal.
Fyrstu ferð, hann stóð á palli, var í 1995, tá Klaksvíkar Sjónleikarfelag sýndi Brøðurnir Leyvuhjarta. Síðani spældi hann við í sangleikinum Skeyk í 1997, og longu sama ár var hann á fyrsta sinni við í yrkisleikhópinum hjá Grímu í Leikinum Oliver Twist. Í 1998 spældi hann aftur við Grímu í Dreymur Jóansøkunátt. Fýra ár á ráð - frá 1997 til 2000 - spældi hann eisini við í Òlavsøkukabarettini í Sjónleikarhúsinum í Havn. Fólk kenna kanska eisini Annfinn aftur frá sjónvarpslýsingunum, hann hevur spælt við í og lagt rødd til.
Í 1999 søkti hann á sjónleikarskúla og slapp inn. Tríggir statsgóðkendir sjónleikarskúlar eru í Danmark. Annfinn slapp inn á Teaterskolen í Odense, sum er tilknýttur Odense Teater. Àttahundrað fólk søktu um at sleppa inn. Eftir at upptøkurnar hava gjørt sítt, sleppa fýra kvinnur og fýra menn inn á hvønn av teimum trimum skúlunum - í Keypmannahavn, Århus og Odense.
Meðan Annfinnur hevur gingið á skúla í Odense, hevur hann verið við í fýra leikum á Odense Teater.
Annars hevur Annfinnur verið frammaliga í judo bæði í Danmark og í Føroyum. Eisini hevur hann stóran áhuga fyri politikki, føroyskum dansi og judo.
Annfinnur hevur ein bróður, Høgni, sum býr í Havn. Annfinnur heldur saman við Elini á Rógvi, og tey bæði hava seinastu fýra árini búð í Odense.