Leygardagin, 23. juni, fara serstaki og karismatiski, danski sangarin, Annisette, og orkestrið, Savage Rose, at syngja og spæla í Salt í Suðuroy
Seinnapartin leygardagin verður ein serstøk konsert í mentanarhúsinum, Salt í Suðuroy. Tað eru sermerkti, danski sangarin, Annisette, og bólkurin, Savage Rose, sum fara at syngja og spæla
Tá ið danska rocksøgan seinastu 50 árini einaferð verður gjørd upp, er eingin ivi um, at The Savage Rose verða at finna onkunstaðni ovast uppi á pyramiduni, siga danskir ummælarar. Og teir halda eisini, at Annisette og restin av orkestrinum vóru frammanfyri sína tíð, og tað eru tey framvegis.
Danskir ummælarar hava kalla tað serliga tónleikaslagið, The Savage Rose hava spælt síðan 1967 fyri lívsins blues, og útgávan hjá teimum frá 2012, Love and Freedom, varð heiðrað sum ein av bestu útgávunum nakrantíð hjá orkestrinum.
Umframt Annisette er The Savage Rose mannað við Palle hjort, sum spælur klaver, hammond-orgul, og harmonika, Jacob Haubjerg, sum spælur bass), Anders Holm, spælur trummur, Rune Kjeldsen spælur guitar) og Naja Koppel og Amina Carsce Nissen syngja í kóri.
Tey í Salt siga, at tey hava fingið avtalu við Strandferðsluna um at Smyril siglir norður aftur til Havnar aftaná konsertina.