Annika fær hóttanir um náttina

Føroyska Annika Smith, ið er virkin í Socialistisk Folkeparti og eitt stutt skifti var varalimur í Fólkatinginum, øtast um nógvu hóttanirnar, hon fær.

Føroyska Annika Smith, ið er virkin í Socialistisk Folkeparti og eitt stutt skifti var varalimur í Fólkatinginum, øtast um nógvu hóttanirnar, hon fær.

 

Á sini bloggu í Jyllands-posten greiðir hon frá, hvussu hóttanirnar byrja at koma umvegis sms, facebook og meylar, tá farið er at skýma.

-Bitch. Gævi Breivik var her og kundi tikið sær av tær. Tú burdi verið skorin í petti og brend á báli. 

 

Soleiðis ljóðar ein av hóttanunum, sum Annika hevur fingið seinastu tíðina. Annika Smith fortelur, at til tíðir eru hóttanirnar so nógvar, at hon ikki torir at vera einsamøll heima, og tí gistir hjá vinkonum. Til tíðir hevur hon eisini sovið við einum knívi undir koddanum. Ella sovið er kanska at taka í so rívan til, heldur ligið í songini í andvekri og lurta eftir fótafetum.

 

Hon er ikki í iva um, hví hon fær hesar hóttanirnar.

- Tí eg eri virkin SF-ari. Og tí eg javnin siga mína hugsan, skrivar Annika Smith. Avsendarin er altíð dulnevndur, sigur hon, men hon ivast ikki í, at tað eru umboð fyri radikaliseraða høgraveingin í Danmark, ið eru aftanfyri.

 

- Tað er ikki uttan kostnað - og hevur ikki verið í langa tíð - at stríðast fyri sín egna og annara rætt at siga sína hugsan í Danmark. Tí tað eru ikki einans islamistarnir, ið ið eru sørir fyri samtalu, tolsemi og virðing fyri talufrælsi annara. Tað eru høgra- og vinstraekstremistarnir eisini. 

 

Víðari í blogguni viðgerð hon tað, at radiklarar rørslur og flokkar fáa alsamt størri undirtøku í Danmark, og greiðir frá, hví hetta er ein tilgongd, sum ræðir hana.

 

Les alla blogguna hjá Anniku Smith her.