Annika Ljósstein hevur í vetur verið ein av spælarunum, sum hava stykt um besta kvinnuliðið hjá Neistanum.
Ivaleyst høvdu tey í felagnum vónað, at klaksvíkarkvinnan eisini kundi vera ein av berandi kreftunum, nú avgerandi dystirnir í lands- og steypakapping standa fyri framman. Men tað verður so av ongum.
Í morgin fer Annika nevnliga av landinum, og komandi tríggjar mánaðirnar verður hon stødd í Viborg í útbúgvingarørindum.
Sjálv harmast Annika nakað um, at hon soleiðis noyðist av liðnum í ótíð, men hinvegin leggur hon afturat, at hetta illa fær bíðað. Serliga tí skúlin, sum hon skal á, bara tekur næmingar inn einaferð um árið.