Annika Malunardóttir útgivið staklagið "Life"

Annika Malunardóttir er eitt nýtt navn á føroyska tónleikapallinum. Hon hevur útgivið sítt fyrsta staklag.

15 ára gamla Annika Malunardóttir úr Havn er eitt nýtt navn á føroyska tónleikapallinum. Hon hevur útgivið sítt fyrsta staklag "Life", sum hon sjálv eigur orð og lag til, og tað er Henning Hjalt Nicodemussen, sum hevur staðið fyri framreiðsluni av lagnum.

 

Hon syngur og spælir gittar og hevur skrivað egin løg, síðani hon var 8-9 ár. Hon hevur eisini framført fleiri ferðir alment við sínum sangum m.a. í morgunsendingini hjá Kringvarpinum og í Hvonn Live, sum Rás2 skipar fyri.

 

Annika hevur eina reina og inniliga rødd. Tekstuniversið snýr seg um lívsins viðurskifti, og hóast sín unga aldur megnar hon at skriva hugtakandi løg og sigandi tekstir.

 

Lagið "Life" skrivaði hon saman við pápa sínum í 2012, og upptøkurnar vórðu gjørdar í Ning í Havn og í StudioMike í Klaksvík í 2014/15.

 

Lagið hevur verið at nógv at hoyrt á ymsu útvarpsrásunum seinastu vikurnar.




Annika malunardóttir - Life


https://www.youtube.com/watch?v=Q7nK0V9VRp8  


Orð og lag: Annika Malunardóttir

Framleitt: Henning Hjalt Nicodemussen

Miksað og mastrað: Mikkjal Hvannastein

Tikið upp hjá: Ning í Havn og StudioMike í Klaksvík


Sang: Annika Malunardóttir

Kór: Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir

Kassagittar og El-gittar: Mikkjal Hvannastein

Bass: Eyðun Johannesen

Trummur og forritan: Henning Hjalt Nicodemussen