Tað verður menningarleiðarin í Eik, sum skal stýra Kringvarpinum komandi fimm árini Fyri løtu síðani fingu starvsfólkkini í Kringvarpi Føroya at vita, hvør nýggi stjórin verður. Tað verður 42 ára gamla Annika Mittún Jacobsen, sum komandi fimm árini skal standa á odda fyri samanlagda stovninum.
Annika Mittún Jacobsen er útbúgvin cand.merc.dat á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn.