Annika og Katrin kennast væl

Annika Olsen og Katrin Jakobsdóttir hava báðar í góð tvey ár verið norðurlendskir samstarvsráðharrar.

Seinnapartin í dag var íslendski forsætisráðharrin, Katrin Jakobsdóttir, á vitjan á ráðhúsinum í Havn. Har hitti hon Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, til eitt prát um møguleikar og avbjóðingar í Íslandi og Føroyum og um tað serliga samstarv og vinaband, sum er landanna millum.

- Annika Olsen og Katrin Jakobsdóttir kennast væl og hava báðar í góð tvey ár verið norðurlendskir samstarvsráðharrar. Tær hava hitst í fleiri samanhangum, men hetta er fyrstu ferð, tær hittast í Havn, siga tey í tiðindaskrivi úr býráðnum seinnapartin í dag.

Lagt verður aftrat, at Katrin Jakobsdóttir hevur verið forsætisráðharri Íslands síðan í november í fjør. Fíggjarkarmarnir eru fyri í Íslandi í løtuni, og har verður serligur dentur lagdur á at útbyggja vegakervið og heilsutænastur, greiddi forsætisráðharrin millum annað frá.