Annika og Nykøbing Falster vunnu seg til Final Four í steypakappingini

Fyrst bólkaspælið í European League og nú Final Four. Hetta eru góðar tíðir hjá Nykøbing Falster

Hetta eru spennandi tíðir hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Anniku Fríðheim Petersen og liðfeløgunum í Nykøbing Falster. 

 

Fyri stuttum vunnu Annika og liðfelagarnir seg í bólkaspælið í EHF European League, og nú hevur Nykøbing Falster vunnið seg í Final Four í donsku steypakappingini, eisini kend sum Santander Cup.

 

Nykøbing Falster vann í kvøld á heimavølli í fjórðingsfinaluni ein greiðan 34-27 sigur á Viborg. Í steðginum var Viborg á odda 15-14, men í seinna hálvleiki lat Nykøbing Falster ongan vera um hvar sigurin fór. 

 

Cecilie Greve vardi málið hjá Nykøbing Falster næstan allan dystin, men Annika slapp framat onkra løtu, men megnaði onga bjarging í kvøld. 

 

Føroyski landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í København taptu í fjórðingsfinaluni móti Team Esbjerg á útivølli. Team Esbjerg vann 32-27, men í fyrra hálvleiki var København væl við, og í steðginum var støðan javnleikur 15-15.

 

Enn er ikki greitt hvar Final Four verður leikt.