Annika Hoydal gevir í samband við 100 ára dag William Heinesens út fløgu. Hon hevur sett orð til yrkingar eftir William og fløgan nevnist Stjerner mine venner.
14 løg eru á fløguni, sum John von Daler hevur havt tónlistarligu ábyrgdina av.
Annika kemur um eina viku til Føroya á konsertferð.
Bróður Anniku, Gunnar Hoydal, eigur inngangsyrking og tekst um William, sum Annika og Gunnar kendu sum børn.
Ein sera snøgg fløga, sum plátufelagið Ambia Music gevur út.