Annika Olsen hevur nú tikið sæti á Løgtingið.
Tað er greitt, eftir at landsstýrið er skipað, og varafólk hava tikið sæti á Løgtingi fyri tey, sum eru farin í Landsstýrið.
Fyri Fólkaflokkin hava Jørgen Niclasen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard tikið við sum landsstýrisfólk og sostatt eru tey næstu fólkini komin á ting.
Og tey eru Heðin Zachariasen borgarstjóri í Sunda Kommunu, Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, og Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.
Annars hevur Annika Olsen verið hart ímóti at borgarstjórar eru tinglimir, tí sambært henni ber tað ikki til at røkja bæði størvini til lítar. Tá ið hon sat í Løgtinginum, legði hon eisini uppskot fyri Løgtingið um at gera tað ólógligt at vera borgarstjóri og løgtingslimur ísenn.
Enn hevur tað ikki eydnast okkum at fáa orðið á hana, men Gunvør Balle, sum er varaborgarstjóri, sigur, at hon er ikki virkandi borgarstjóri, tí Annika Olsen hevur ikki biðið um farloyvi úr býráðnum.