- Ein brúgv á botni á Skálafirði er tann frægasta loysnin.
Tað heldur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, nú arbeitt verður fram ímóti ætlanini at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy.
Sostatt tosar hon beint ímóti tekniska ráðgevaranum hjá landinum, sum er Landsverk tí hann vil helst binda teir báðar armarnar á Skálafirði saman við brúgv.
Tá ið Landsverk gjørdi sínar metingar um verkætlanin, avgjørdi hann ikki at arbeiða við tí linjuføringini, sum bindur báðar armarnar á Skálafirði saman við rundkoyring á botni.
Tvørturímóti heldur Landsverk, at brúgv um Skálafjørð er besta loysnin.
Rundkoyring er best
Men hesum er Annika Olsen ikki samd í.
Hon tekur undir við privata tunnilsfelagnumm, sum hevur arbeitt við eini rundkoyring á botninum, sum eina av møguliga loysn. Men Brúgv um fjørðin er ikki komin upp á tal hjá felagnum.
Annika Olsen vil nú hava privata tunnilsfelagið og Landsverk at seta seg saman at fáa greiði á linjuføringini.
Ingi Højgaard heldur, at samráðingarnar við Landsverk um linjuføringina og aðrar tekniskar spurningar, kunnu verða, hóast bíðað verður eftir eini eykajáttan til uttanhýsis ráðgevaran, sum nevnt í hinari greinini.
Privata tunnilsfelagnum hevur arbeitt við trimum møguleikum: Ein er, at tunnilin kemur upp á Toftum og so verður ein tunnil yvir á Strondum. Hin møguleikin er at tunnilin kemur upp á Toftum og so gongur ein tunnil yvir á Strendur. Hin møguleikin er so rundkoyring á botni, sum Landsverk ikki tekur undir við.
- Skal talan vera um brúgv, skulu fleiri kanningar til, tí tann møguleikan hava vit ikki arbeitt við, sigur Ingi Højgaard.
- Eg vil fegin hava partarnar at tosa saman um tann tekniska partin og eg vil hava teir at semjast um, hvat skal til, fyri ein at rundkoyring á botni kann góðtakast, tí tað haldi eg er tann smidligasta loysnin, sigur Annika Olsen.
- Spurningurin er bara at finna ta røttu, teknisku loysnina, so at rundkoyringin verður forsvarlig og trygg og tað vil eg hava partarnar at finna út av, leggur hon afturat.
Les eisini greinina: Tunnilin millum Streymoy og Eysturoy frystir fastur