Annita á Fríðriksmørk slapp ikki at tosa um javnstøðu

Tjóðveldið er ikki umboðað á javnstøðufundi í Norðurlandahúsið í kvøld, tí fyrireikararnir vildu ikki víkja frá reglunum Nú javnstøðufundur er í Norðurlandahúsinum í kvøld, var ætlanin, at Annita á Fríðriksmørk skuldi umboða Tjóðveldi við pallborðið.

Men tað slapp hon ikki og tí er Tjóðveldið ikki umboðað

Annita á Fríðriksmørk sigur í tíðindaskrivi í kvøld, at

formaðurin í Tjóðveldi er uttanlands og tað lá ikki fyri hjá næstformanninum at møta og tí skuldi hon umboða flokkin í Norðurlandahúsinumr.

- Men hetta hildu fyriskipararnir ikki verða hóskiligt, tí tað skuldi ikki bera til at víkja frá valinum, um at tað antin skuldi verða formaður ella næstformaður, sum skuldi umboða flokkarnar.

 Hetta hóvar ikki Anniltu á Fríðriksmørk.

- Tá undirritaða hevur sitið á løgtingið í 12 ár, eri forkvinna í Tingbólki Tjóðveldisins, og eg eri næst vald á lista floksins til seinasta val, hevði eg hildið, at eg kundi vart floksins sjónarmið, sigur hon.

- Men henda plasering í hierarkinum er ikki góð nokk. Fyriskipararnir halda, sum eg skilji tað, at tað tá er betur, at onki umboð situr í panelinum í kvøld, sum annars kundi borið fram okkara politikk og vart okkara sjónarmið og svara kritikkinum aftur, sum kemur frá øðrum flokkum.

Men umboð Tjóðveldisins koma øll at sita sum áhoyrarar.

Hon leggur kortini dent á, at hon fer í Norðurlandahúsið sum vanligur áhoyrari